Tummas Jóhan Sigvardsen, Bjarni Kárason Petersen, Bjarni Rasmussen, Jógvan í Dímun Højgaard, Pætur Jákupsson og Aleksandur Leitistein Olsen

Jógvan í Dímun nýggjur formaður fyri Framsøkin Ung



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

23.05.2016 - 05:04

Tíðindi >

Í vikuskiftinum hevði Framsøkin Ung aðalfund í Sigmundarstovu á Hvonn.

Umframt formliga partin av fundinum, fingu tey eisini vitjan av Ruth Vang, løgtingskvinnu fyri Framsókn, ið greiddi frá um undanfarnu tingsetu, fíggjarlógina, og politiska arbeiði í Løgtinginum. Eisini fingu tey vitjan av Høgna Reistrup, ið greiddi frá um samanhang millum bústaðarmøguleikar, útbúgving og fólkavøkstur í Føroyum.

Í samband við aðalfundinum var eisini val av formanni, næstformanni og nevnd, og er sostatt nýggj nevnd sett til at røkja ungdómspolitiska arbeiði hjá Framsøkin Ung.

Formaðurin hevur síðani 2014 verið Bjarni Kárason Petersen, ið eisini er varamaður í løgtinginum fyri Framsókn. Bjarni valdi tó ikki at stilla upp aftur til formansval.

Jógvan í Dímun, ið hevur sitið í nevndina seinastu tvey árini sum skrivari, stillaði upp, og bleiv einmælt valdur til formann.

Nevndin fyri komandi ár sær soleiðis út:
Formaður: Jógvan í Dímun Højgaard
Næstformaður: Bjarni Rasmussen
Kassameistari: Bjarni Kárason Petersen
Skrivari: Aleksandur Leitisstein Olsen
Nevndarlimur: Pætur Jákupsson
Fyrsti tiltakslimur: Tummas Johan Sigvardsen
Annar tiltakslimur: Hanna Vang

Hanna Vang vantar á myndini.