Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Framsóknarkvinnurnar atkvøða fyri

Sverri Egholm

08.12.2017 - 19:01

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

So er greitt, at Ruth Vang og Hanna Jensen fara at atkvøða fyri í málinum um fiskivinnunýskipanina, sum er til aðru viðgerð í tinginum í løtuni.

- Uppskotið er langt frá tí, vit fóru til val uppá. Hetta við menningarkvotum er ikki nakað, vit góðtóku upprunaliga, men nú hava vit gingið við til tað, og vit fara at atkvøða fyri uppskotinum, segði Hanna Jensen, tingkvinna fyri Framsókn fyri í tinginum fyri løtu síðani.

Orðaskiftið byrjaði klokkan umleið hálvgun ellivu í morgun, og heldur nokk fram í eina løtu afturat.