- Framtíðin av snildfonum


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Sverri Egholm

12.09.2017 - 20:10

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Tøkni & vísindi

iPhone X ella iPhone tíggju er komandi ættarlið av snildfonum. Í øllum førum sambært Apple sjálvum.

5,8 tummar skíggja, sum fer heilt út til kantarnar, eingin heim-knøttur, tráðleys løðing, FaceID, betri myndatól. Ikki so nógv óvæntað, men Apple dugir altíð væl at leggja fram, og í kvøld var einki undantak.

Apple megnaði aftur í kvøld at vísa eina sera vakra telefon fram við øllum teimum nýggjastu hentleikunum. Eitt, sum var serliga áhugavert var sokallaða Face ID, sum verður brúkt til at lata telefonina upp við. Ein skal bara hyggja eftir skíggjanum, so letur telefonin upp.

iPhone X verður seld í 64GB og 256GB, og byrjunarkostnaðurin í Amerika er 999 dollarar, umleið 6200 krónur.

Umframt iPhone X kunngjørdi Apple eisini iPhone 8 og iPhone 8 Plus, sum eru dagføringar av iPhone 7, nýggja útgávu av Apple Watch og Apple TV við 4K.

Broytti marknaðin
Tað eru í ár tíggju ár síðani, at Steve Jobs vísti fyrstu iPhone útgávuna fram. Eina snildfon, sum tann fyrsta av sínum slagi, var knýtt til internetið. Síðani hevur amerikanski KT-risin verið fremst innan tøkni tá tað kemur til snildfonir.

Seinnu árini hava fyritøkur sum Samsung og Huawei hálað inn á Apple, og eru farnir framvið í onkrum førum.

Hvat nýggja “framtíðar” telefonin, sambært Apple sjálvum, kann hjálpa í hørðu kappingini, fer tíðin at vísa.