Mynd: EPA

Framtíðin hjá Arsene Wenger avgjørd eftir FA Cup-finaluna


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Rakul Matras Absalonsen

19.05.2017 - 12:15

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Um Arsene Wenger skal halda fram hjá Arsenal ella ikki verður tosað um aftaná FA Cup-finaluna móti Chelsea 27. mai. Hetta hevur Arsene Wenger, venjari hjá Arsenal, váttað fyri Sky Sports.

Sáttmálin hjá venjaranum gongur út í summar, og hann vil ikki tosa um óvissuna um sítt starv upp undir síðsta Premier League-dystin móti Everton sunnudagin.

- Eg kann ikki siga, hvussu verður við míni framtíð. Tað, sum er mest umráðandi, er, at vit vinna sunnudagin, og hvat hendir aftaná kann bíða. Eg eri her fyri liðið. Hetta segði Arsene Wenger við Sky Sports, og tá hann varð spurdur, um avgerðin verður kunngjørd vikurnar aftan á fundin svaraði hann: Sjálvandi.

67 ára gamli fransmaðurin hevur verið venjari hjá Arsenal síðani 1996. Hetta kappingarárið hevur Wenger fingið nógvar átalur frá sínum egnu fjepparum, sum hava heitt á hann um at gevast sum venjara.