Mynd: Sermitsiaq/Leiff Josefsen

Framvegis ikki funnið horvna flogfarið í Grønlandi

Sverri Egholm

15.09.2014 - 04:43

Tíðindi > Uttanlands > Vanlukkur

Higartil hevur leitingin av horvna flogfarinum í Grønlandi ikki givið nakað úrslit. Hetta upplýsir Camilla Hegnsborg frá Naviairs til Sermitsiaq.

Seinnapartin í dag og í kvøld var tað bara eitt flogfarð hjá Air Greenland sum hevur leitað. Fyrr í dag hevur Challenger flogfarið hjá danska herinum eisini leitað.

Tað er enn óvist hvussu leingi leitingin heldur fram.