Framvegis ongin áhugi fyri svartkjaftinum

Ingi Samuelsen

06.09.2016 - 10:31

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Fiskivinna

Heldur ikki í dag eydnaðist tað landsstýrinum at ”sleppa av” við rættindini at fiska 5.000 tons av svartkja á opnari uppboðssølu.

Royndin í gjár, tá minstiprísurin varð settur til 30 oyru fyri kilo vísti ongan áhuga. Roynt varð aftur í morgun við einum minstaprísi upp á 18 oyru fyri kilo, tvey oyru undir tilfeingisgjaldið, ið annars er galdandi.

Men heldur ikki hesaferð var áhugi.

- Vit hava makrel og sild at fiska, so at keypa dýran svartkjaft nú at fiska einaferð miðskeiðis í desember, tað er alt ov svikaligt, tí vit ána ikki, hvussu veðrið verður tá, sigur Kristian Martin Rasmussen, reiðari við vp.fo.