Mynd: Bjartur Vest

Framvegis vandamikið á havnarlagnum á Tvøroyri

Sverri Egholm

11.06.2017 - 15:33

Tíðindi > Lóg & Landaskil > Løgregla

- Eftir ein stuttan eftirmetingarfund í dag, er greitt at ásetti trygdargeirin verður varðveittur. Hetta, tí at tað framvegis verður mett, at tað er vandamikið hjá fólki at fara inn á økið.

Tað boðar Tvøroyrar kommuna frá.

- Vit heita tí staðiliga á fólk um at virða avsperringarnar, so leingi myndugleikarnir meta tað verða neyðugt. Tá støðan broytist, kunna vit tykkum um tað beinanvegin, skrivar kommunan í fráboðanini.

Tað var fríggjadagin fyrrapartin, at eldur kom í virkið hjá Varðanum Pelagic, og ein stórur partur av tí kolaðist upp. Eingin álvarsligur mansskaði stóðst av eldsbrunanum.

Sí eisini: Soleiðis sær Varðin Pelagic út eftir eldin