Franco verður fluttur úr sínum mausoleum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

20.06.2018 - 15:44

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

Eitt fleirtal í spanska parlametinum avgjørdi í fjør, at fysisku leivdirnar eftir fyrrverandi einaræðisharrin í landinum, Francisco Franco, skuldu flytast úr tí mausoleum, har hann hevur ligið síðani deyða sín í 1975.

Og nú hevur nýggja sosialistiska stjórnin avgjørt at nú er tíðin komin til hetta. Leivdirnar eftir Franco verða fluttar, og staðið skal broytast til eitt minnismerki um øll tey, sum doyðu undir hansara einaræði, skrivar DR.

Ætlanin er at staðið skal broytast til “eitt stað fyri sameining, fyri minnir, fyri allar spaniólar og ikki ein umbering fyri einaræði”, sigur nýggja stjórnin.

Franco ráddi í Spania frá 1938 til deyða síni í 1975.