Frankie Jensen nyggjur venjari hjá Giza/Hoyvík



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Emil Lisberg Jacobsen

22.11.2013 - 16:04

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Giza/Hoyvík hevur í dag sett Frankie Jensen sum nýggjan venjara fyri besta lið felagsins. Avtalan er galdandi fyri komandi tvey kappingarárini. Síðsta kappingarár var Frankie Jensen venjari hjá 1. deild hjá HB, ið endaði nr. 3 í næstbestu deildini.

Frankie Jensen hevur áður verið venjari hjá næstbesta liðnum og unglingaliðnum hjá Havnar Bóltfelag og besta liðnum hjá B71. Hann hevur eisini verið í Danmark og roynt seg hjá ÍF Føroyum, FA2000 og Skjold og hevur eisini verið hjálparvenjara hjá Effoliðnum hjá HB. Av úrslitum kann nevnast, at Frankie Jensen við unglingum hjá HB í 2011 vann bæði landskappingina og steypakappingina.

Nevndin boðar í tíðindaskrivi frá, at hon saman við nýggja venjaranum hevur sett sær sum mál, at liðið skal vera við í oddanum av 2. deild í 2014 og vónandi eisini vinna sær uppflyting til 1. deild, ið hevur verið málið hjá felagnum seinastu tvey árini. Hetta samsvarar eisini væl við tíðarætlanina hjá Tórshavnar Kommunu fyri nýggja vøllin hjá felagnum í Hoyvík. Felagið vónar, at hesin verður liðugur miðskeiðið í 2014.

Samstundis sum Frankie Jensen er settur sum venjari hjá 2. deild, so er Kenneth H. Djurhuus settur sum venjari hjá næstbesta liðnum, 3. deild A, og hann skal eisini vera hjálparvenjari hjá Frankie Jensen.

(Myndatekstur: Fróði Danielsen úr nevndini hjá Giza Hoyvík og nýggi venjarin Frankie Jensen)