Magnus Jákupsson (t.v.), Frans Johannesen og Pál Joensen (t.h.) (Savnsmynd: svimjing.com)

Frans gjørdist DM meistari í 400 m blandað



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

11.11.2017 - 10:08

Ítróttur > Ítróttur > Svimjing

Frans Johannesen vann í gjárkvøldið 400 metur blandað svimjingina á danska meistaraskapinum í svimjing á stuttgeil. Frans vann gullið við tíðini 4:14.41, skrivar svimjing.com.

Tíðin hjá Frans var tó væl frá hansara tíð í innleiðandi umfarinum, har hann svam teinin á 4:08.93, sum er undir EM-kravtíðina hjá dønum, sum er 4:41.38

Alvi Hjelm gjørdist nummar 4 við tíðini 4:20,69. Hendan tíðina var øgiliga nær hansara bestu tíð á teininum, sum er 4:20.43. Hesa tíðina svam hann á FM á stuttgeil fyri viku síðani.