Fransavitjan á ráðhúsinum

torshavn.fo

21.07.2015 - 08:53

Tíðindi > Streymoy - Tórshavn

Borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen hitti í gjár umboð fyri fronsku skonnartina Belle Poule, sum liggur við Bursatanga. Hetta er systurskip til Etoile, sum vitjaði Havnina fyri nøkrum vikum síðan.


Obersturin Johanic Galode frá fronsku sendistovuni í Keypmannahavn vitjar í Føroyum samstundis sum toppseglskonnartin Belle Poule, og var við á vitjanini saman við sjóloytnantinum.

Skiparin eitur Dominic Lagadou og saman við honum vitjaði eisini Anders Holm, næstleiðari hjá Aktisk Kommando, og Hanna Jensen, franskur konsul í Føroyum.

Skonnartin er á veg á Faskruðsfjørð í Íslandi at hátíðarhalda afturvendandi "Fronsku dagarnar". Á ferðini, sum byrjaði í Brest 23. juni, hevur Belle Poule vitjað Oban, Belfast og Ålesund.

Høvi verður at vitja umborð á Belle Poule í dag.