Romain Bardet tryggjaði fyrsta franska Tour de France-sigurin í ár (Mynd: EPA)

Fransi helt seg á súkkluni og vann

Ingi Samuelsen

22.07.2016 - 16:09

Ítróttur > Ítróttur > Súkkling

Dagsins kapping í Tour de France gjørdist ógvuliga dramatisk. Fleiri fjallatindar í Alpunum vóru á skránni í dag millum Albertville og Saint-Gervais Mont Blanc, og í undanbrekkuni niður av Montée de Bisanne fór at regna, og tað fekk ógvusligar avleiðingar.

Fleiri súkklarar endaðu í asfaltinum, teirra millum maðurin í gulu leiðslutroyggjuni, Chris Froome, sum oyðilegði sær súkkluna í fallinum. Men hesaferð fekk hann skjótt eina nýggja súkklu frá einum liðfelaga, og tað eydnaðist honum – rættiliga lættliga, hóast særdur – at verja sína leiðslu.

Men han kundi onki gera við 25 ára gamla fraklendingin Romain Bardet, sum helt sær á súkkluni í undanbrekkuni, og vann sær eina leiðslu, sum ongin megnaði at taka aftur.

Romain Bardet frá AG2R-liðnum vann ein tryggan sigur, góðan hálvan minutt framman fyri favorittbólkin.

Við sigrinum vann Bardet seg upp á annaðpláss í samlaðu støðuni, 4 minuttir og 11 sekund eftir Chris Froome.

Nairo Quintana er nú nummar trý, 4:27 aftanfyri.

Stóru tapararnir í dag vóru teir, sum lógu nummar tvey og trý undan dagsins kapping. Bauke Mollema úr Hollandi kláraði als ikki at fylgja við í dag og misti hálvan fimta minutt til Froome. Hann liggur nú nummar 10 í kappingini.

Eisini maðurin, sum lá nummar trý, Adam Yates, misti sekund í dag, og liggur nú á fjórða plássi, 4:46 eftir Froome.

Enn er óvist hvussu nógvan skaða Chris Froome fekk av døttinum í dag. Kappingin vísti, at ongin av veruligu avbjóðarunum, kundu hótta hann í dag. Spurningurin er nú, um teir kunnu gera nakað í morgin, tá aftur ein harður teinur í Alpunum er á skránni.

Tour de France endar á Champs Elysées í Paris sunnudagin.