Franski forsetin Emmanuel Macron (Mynd: TV2)

Franski forsetin heiðrar Henrik prinsi

Ari av Rana

14.02.2018 - 15:46

Tíðindi > Tíðindi > Kongalig

Franski forsetin, Emmanuel Macron, sigur í skrivi um deyða Henrik prinsi, at giftarmálið hjá prinsinum hevur skapa ein langan og óbroytiligan vinskap millum Frakland og Danmark.

Macron forseti tók móti tíðindunum um deyða Henrik prinsi við sorg, skrivar TV2.

Forsetin og kona hansara “Brigitte Macron” vísa sína djúpastu samkenslu við “ríkisstjóra Margrethu II, tey bæði børnini Frederik og Joachim, barnabørn og fólkið í Danmark”, stendur at lesa í skrivinum.

- Henri de Monpezat, gjørdist Henrik av Danmark eftir giftarmálið við Margrethu í 1967, har ein langur og óbroytiligur vinskapur millum Frakland og Danmark bleiv til, tvær tjóðir, hvørs samgonga aldrin skal brótast, skrivar Macron í skrivinum.

Franski forsetin rósar eisini Henrik prinsi fyri, at hann syrgdi fyri at franska málið varð brúkt millum hovið, eins og hansara stóri áhugi í Franska Skúlanum í Keypmannahavn – seinni kallaður “Prins Henriks Skole” – verður viðurkendur.