Franskur stórbanki steðgar íløgum í fossilar orkukeldur í Arktis



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jan Müller

28.10.2017 - 13:27

Oljan >

Stóri franski bankin, BNP Paribas, ið er áttandi størsti bankin í heiminum, er nú farin í part við teimum, sum eru ímóti at leita eftir og framleiða kolvetni í arktiskum økjum. 

Hetta skrivar Stavanger Aftenblad. 

Bankin sigur seg fara at útiloka fígging av skiferolju og oljusandi umframt  olju- og gassverkætlanum í arktiskum økjum. Hetta ger hann bæði av umhvørvisávum og fyri at skunda undir gongdina við varandi orku. Hetta fevnir eisini um leiting, framleiðslu og flutningi av olju og gassi í Arktis. 

Um somu tíð sigur bankin seg vilja fíggja verkætlanir, sum kunnu vera við til at broyta orkusektorin. Bankin ætlar at brúka nógvan pening uppá verkætlanir, sum kunnu rudda slóð fyri varandi og burðardyggari orku. Herfyri segði nýggi franski orku- og umhvørvisráðharrin, at Frakland fer at banna leiting eftir olju og gassi frá 2040.