Mynd: EPA

Fransois Hollande: Umstøðurnar týða upp á yvirgang



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Rakul Sjúrðardóttir Frederiksberg

20.04.2017 - 21:43

Tíðindi > Uttanlands > Vanlukkur

Franski forsetin Fransois Hollande hevur kallað til snarfund fríggjamorgunin, eftir skotbardagan á kenda økinum Champs Élysées í París í kvøld. Hetta skrivar dr.dk.
Forsetin sigur á tíðindafundi, at umstøðurnar týða uppá, at talan er um eina yvirgangsgerð.

- Vit líta á løgregluna og vísa okkara solidaritet. Eg eri djúpt óeydnusamur í kvøld og vísi djúpastu samkenslu við familjuni hjá løgreglumanninum, segði Hollande á tíðindafundinum.

Ein maður fór út úr einum bili og skeyt við einum maskinpistóli eftir einum løgreglubili. Eitt løgreglufólk varð dripið, og tvey vórðu álvarsliga løstað. Ein brotsmaður varð eisini dripin.

Enn er ógreitt, hví hendingin fór fram, men serliga ákæruvaldið fyri yvirgang upplýsir, at kanningararbeiðið er í gongd.

Útlendskir miðlar skriva, at løgreglan var málið hjá brotsmanninum.

Tilbúgvingin í Fraklandi hevur leingi verið høg, tí Frakland er rakt av fleiri atsóknum seinastu tvey árini, har fleiri enn 230 fólk eru deyð og nógv eru álvarsliga løstað.