Fremsti avbjóðarin datt og mátti flytast á sjúkrahús

Ingi Samuelsen

10.07.2017 - 07:42

Ítróttur > Ítróttur > Súkkling

Ein av fremstu avbjóðarunum hjá Chris Froome um gulu troyggjuna í stóru Tour de France súkklukappingini varð í gjár fluttur á sjúkrahús, og er nú ikki við longur í kappingini.

Avstralski Richie Porte frá BMC-súkkluliðinum var úti fyri einum ógvusligum óhappi á veg oman av einum fjalli á 9. teini í gjár.

Á smala vegnum misti hann tamarhaldið á súkkluni, tá hann kom út av asfaltinum, og hann fór singlandi tvørtur um vegabreytina, varð árendur av einum øðrum súkklara og small inn í fjallaveggin.

Kanningar vísa, at Richir Porte hevur brotið eitt óstbein og hevur eisini brákað kokubeinið, skrivar BMC-súkkluliðið í eini fráboðan. Tað er tó ikki neyðugt at leggja súkklaran undir skurð, verður sagt víðari.

Sambært læknanum hjá BMC kann roknast við, at Porte kann súklað aftur um ein mánað.

Óhappið hendi, tá bólkurin við favorittunum, teirra millum Chris Froome í gulu leiðslutroyggjuni, var á veg oman eftir seinasta fjallinum í gjár.Talan var um ein tein, har súkklararnir skuldu upp um fleiri høg fjøll.

Írin Daniel Martin frá Quick-Step-liðnum varð tikin við í fallinum, men hann kundi halda fram at súkkla, men misti tó nakað av tíð í kappingini millum teir fremstu.

Chris Froome hjá Team Sky liggur nú á odda í kappingini, 18 sekund framman fyri Fabio Aru hjá Astana og 51 sekund framman fyri Romain Bardet hjá AG2R-liðnum.

Ein, ið tók seg nógv fram í gjár, var danin Jakob Fuglsang hjá Astana-liðnum, sum kom í mál saman við teimum fremstu. Hann liggur nú nummar fimm í samlaðu kappingini 1 minutt 37 sekund eftir Chris Froome.

Í dag er hvíludagur í Tour de France.