Mynd: Kiran Jóanesarson

Fríðborg komin til Føroyar


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Kiran Jóanesarson

17.03.2015 - 23:30

> Tíðindi > Føroyar

Fríðborg, ið er nýggjasta skipið í føroyska fiskiflotanum kom á Havnina í dag.

Sambært heimasíðuni hjá Skipaskrásetingini fær skipið, ið er bygt í Týsklandi í 1999 og er 1041 bruttotons til støddar, heimstað í Tórshavn.

Fríðborg, sum upprunaliga er bygt til at fiska eftir brislingi, skal nú umbyggjast til krabbaskip áðrenn skipið fer til fiskiskap. 

Portalurin hevur verið og tikið myndir av skipinum, ið liggur við bryggju í Havn.