Fríði Danberg uttast til vinstru saman við hinum 8 av manningini á Thor Magni á Besiktas skipasmiðjuni til dópin nú um dagarnar. Mynd Jan Müller/oljan.fo

Fríði Danberg á Thor Magni: “Errin av at føra slíkt stásiligt far



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jan Müller

24.02.2015 - 21:30

Oljan >


Tað var ein bæði errin og fegin Fríði Danberg, skipari, sum nú um dagarnar kundi bjóða bæði eigarum og gestum úr Føroyum umborð á nýggjastu skútuna hjá Thor-reiðaríinum, Thor Magni, á Besiktas skipasmiðjuni uttan fyri Istanbul í Turkalandi.

Nógv varð gjørt burtur úr dópinum av hesum fyrsta frálandsskipinum á stóru skipasmiðjuni yvirhøvur. Reyða teppið varð lagt á bryggjuna, Merkið veitraði millum turkiska, norska og amerikanska flaggið, og tjóðsangirnir vórðu spældir, áðrenn sjálvur eigarin av skipasmiðjuni beyð øllum vælkomnum til hátíðarhaldið og takkaði Thor fyri teirra stóra arbeiði saman við skipasmiðjuni og øðrum at gera hesa forkunnugu verkætlan til veruleika. Eisini helt hann fyri, at hóast teir byggja og umvæla skip úr nógvum ymsum londum, so er nakað heilt serstakt við føroyska reiðaríinum Thor, ið, sum partur av verkætlanini, hevur gjørt so nógv fyri at fáa eitt gott úrslit til endans. Hann helt eisini fyri, at tað hevur verið og er eitt sera gott samstarvslag – kemi – millum føroyingarnar og turkarnar undir byggingini. Nakað, sum hevur havt við sær eina vinnarastøðu fyri báðar partar.

Japonsk gumma

Eftir drúgvar fyrireikingar í nærum fýra ár kundi nýggi stoltleikin hjá føroyska reiðaríinum loksins lata dyrnar upp fyri spentum og forvitnum føroyingum. Men innan tað gav Ayami Gulklett, japanska konan hjá einum av eigarunum, Per Gulklett, skipinum navnið, Thor Magni.

Og einki at siga til, at skiparin á hesum fyrsta av fýra spildurnýggjum frálandsskipum er errin og í góðum hýri eftir slíka stóra løtu. Thor hevur saman við góðum fólkum í bæði Norra, USA og Turkalandi greitt úr hondum eina uppgávu, sum er einki minni enn eitt nýbrot í altjóða frálandsvinnuni, nú hetta slagið av skipum er skræddaraseymað til at nøkta tørvin hjá teimum stóru seismikkfeløgunum, ið sigla um heimshøvini at gera fyrstu fyrireikingarnar til at leita eftir og seinni finna og framleiða olju og gass úr undirgrundini.

Umframt Fríða Danberg var eisini restin av manningini, sum telur 9, til steðar. Teir fimm, sum arbeiða á brúnni og í maskinrúminum, eru allir føroyingar. Hinir fýra eru úr Filipsoyggjunum og Bulgaria. Teir eru ávikavist í maskinrúminum, á dekkinum og í kabússuni. Alt fólk, sum hava drúgvar royndir á havinum og við júst Thor skipum av ymsum slag. Nú eru hesir níggju so teir hepnu, ið sleppa at manna fyrsta Thor-skipið í hesum flokkinum av fýra skipum.

Sjálvur hevur Fríði, sum er vágbingur men býr í Streymnesi, sínar mongu royndir við skipum hjá Thor. Hann hevur siglt hjá Thor í 9 ár, fyri tað mesta við hjálpar- og veitingarskipinum Thor Assister, men eitt skifti eisini við Tórsvík. Hann hevur annars verið við bæði fiski- og konteynaraskipum áðrenn tað. Fríði gekk á skipsføraraskúla í Havn frá 2000.

Frammaliga í frálandsvinnuni

Fríði heldur tað er gott, at føroyingar eru so frammaliga í frálandsvinnuni, og heldur hann eisini, at tað er pláss fyri bæði Thor og Skansi Offshore, sum hevur valt eina aðra rók. Meðan Thorskipini arbeiða fyri seismikkskipini, so eru skipini hjá Skansi fyri tað mesta í vinnu hjá oljupallum.

Nýggju Thorskipini eru serútgjørd til at arbeiða fyri seismikkskip og ganga teimum til handa í nærum øllum so sum at halda við líka, reinsa og arbeiða uppá høvuðsarbeiðsamboði hjá seismikkskipum, kaðalar. Eisini eru hesi skipini útgjørd til at flyta manningar millum skip og land, og her eru skipini so mikið væl útgjørd og bygd, at tey eru at meta sum tað allarbesta, “cream de la creame” sum finst í heiminum av hesum slagnum av skipum. Umborð er ein partur innrættaður til burturav at hýsa manningunum á seismikkskipunum, soleiðis at fólkini trygt og væl kunnu fara til lands og seinni aftur til arbeiðis umborð.

Thor Magni er eisini útgjørt við tí nýggjasta slagnum av serútgjørdum arbeiðsbáti, ið er útgjørdur til bæði at gera uppgávur, meðan seismikkskipini arbeiða og annars at verða brúktur sum bjargingar- og flutningsbátur.

Fríði Danberg dylur ikki fyri, at tað kenst sera gott at skula føra hetta fyrsta av skipunum og heldur hann tað eisini vera eitt stórt álit at fáa frá reiðaríinum. Tí er hann takksamur fyri og vil gera sítt besta fyri bæði manning og reiðarí og ikki minst kundan. Honum dámar skipið ómetaliga væl og heldur fyri, at júst Thor Magni er eitt risa framstig fyri henda partin av frálandsvinnuni. Og at tað er eitt føroyskt reiðarí og tess fólk, sum hava ment hetta skipaslagið til at vera tað mest framkomna í heiminum heldur Fríði vera einki minni enn eitt bragd.

Einastandandi sáttmálar

Eingin ivi er um, at hetta er eitt hitt fremsta skipið í heiminum til hesa bransjuna heldur Fríði fyri. Sjálvur er hann eisini sera errin av reiðaríinum, sum hevur megnað at fáa so góðar sáttmálar, ið hann kallar framúr og einastandandi. Tað er næstan óhoyrt at fáa slíkar sáttmálar uppá 10 ár og meira, og má tað væl merkja, at tað er gjørt eitt gott arbeiði frá øllum síðum. Og at kundin, seismikkfelagið PGS, hevur álit á Thor sum eitt felag, ið leverar vøruna til eina og hvørja tíð og við tí røttu góðskuni. Sínamíllum álit hevur nógv at siga.

Fríði heldur tað vera gott, at Føroyar eiga fólk og feløg, sum gera, at vit kunnu vera partur av hesi altjóða vinnuni. Her er talan um mong arbeiðspláss umframt tað, at reiðarríið í stóran mun brúkar føroyskar vørur og tænastur. Og tað hevur stóran týdning fyri alt samfelagið. Samanumtikið er frálandsvinnan enn eitt gott bein at standa á hjá føroysku tjóðini.

“Vit kunnu í dag bara ásanna, at tað er ótrúligt, sum tað hevur gingið væl at menna henda flotan, soleiðis, at tað í dag eru sera nógvar familjur í Føroyum, sum liva av hesi vinnuni. Okkara royndir og vitan sum sjóvinnutjóð koma okkum her til góðar og gera, at vit megna at vera partur av eini vinnu, har kappingin sjálvandi er stór.

Thor Magni stendur í 150 mill. kr., nú hann er liðugur. Komandi systurskipini verða øll liðug í hesum árinum. Tá fer samlaða íløgan í tey fýra skipini at vera umleið 600 mill. kr. Thor Magni riggar nú til fyrsta túrin. Fyrst verður farið til Hálands eftir olju, og haðani gongur leiðin inn á norska landgrunnin. Møguleiki er so fyri, at skipið fer til Kanada longu í mai mánað, har tað er stórur eftirspurningur eftir tænastum í seismikkvinnuni. Alt uppgávur, sum skiparin Fróði Danberg gleðir seg til.

Oljan.fo fer í komandi greinum at tosa við fleiri  av fólkunum í Thor fyritøkuni og eisini hjá seismikkfyritøkuni PGS. Sí eisini myndir frá stóra tiltakinum, tá føroyska frálandsreiðaríið setti hol á eitt nýtt kapittul í okkara sjóvinnusøgu.