Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Dómur fellur fríggjadagin

Jens Hákun Leo

11.06.2018 - 20:32

Tíðindi > Lóg & Landaskil > Dómstólar og rættarmál

Fríggjadagin í hesi vikuni fellur dómur í tí sonevnda øksarmálinum.

Tá fæst at vita, um nevningatingið, sum er sett at døma í málinum, metir, at teir báðir ákærdu í málinum, eru sekir ella ósekir í at hava framt eina drápsroynd í Vesturbýnum í Havn tann 6. mai í fjør.

Málið hevur verið fyri í Føroya Rætti síðan mikudagin í farnu viku, og eftir at fleiri vitni hava vitnað í dag, harímillum tann órættaði sjálvur, skal løgreglan møta í rættinum í morgin, áðrenn proceduran stendur á skránni mikudagin.

Teir báðir ákærdu í málinum eru ávikavist 22 og 24 ára gamlir.

Tann yngri teirra fekk í 2015 dóm fyri grovan harðskap og varð tá dømdur í varðveitslu hjá Almannaverkinum – í einum húsi á Íslandsvegnum. Óvist er, um hann er førur fyri at fara í fongsul at sita.

Tað er hann, sum skal hava høgt í tann órættaða í málinum við einari øks, meðan hin ákærdi skal, sambært ákæruritinum, hava hildið tann órættaða niðri á vegnum, meðan hin hevur høgt.

Møguliga hevur eisini ein knívur verið við í leikinum, skal ein trúgva ákæruritinum. Sambært donskum retsmedisinara, sum vitnaði í málinum í Føroya, er tó ikki so sannlíkt, at ein knívur hevur verið brúktur – einans ein øks, sum tann yngri av teimum báðum ákærdu átti.

Týsdagin og mikudagin er aftur rættarfundur í málinum. Portalurin hevur fólk á staðnum


Les eisini: Søgdu við álopna mannin: Tú hevur fortjent at doyggja

Les eisini: Vitni í øksarmálinum: - Ein triði maður hjálpti til