Síðsta útkall fyri orkuútbyggingarætlan
Útbyggingarætlanin, sum SEV og Umhvørvisstovan hava staðið fyri, er eitt týðandi stig á leiðini, men hon er eisini eitt síðsta útkall. Um ikki nakað ítøkiligt verður gjørt fyri at fáa ætlanina framda í verki, nú, so kunnu vit gloyma alt um at náa málinum sigur menningarleiðarin hjá SEV, Terji Nielsen.