Fritleif Kjærbæk (fremst) og Rani Samuelsen tekja húsini í Húsavík (Mynd: Jens Kristian Vang)

Fritleif: - Í dag er veður at tekja

Snorri Brend

29.08.2014 - 18:56

Tíðindi > Mentan > Bygdatíðindi

Fyrr í morgun greiddu vit frá, at hóast fólkatalið í Húsavík stendur í stað, so er tað kortini tey sum ynskja at búgva her.

Eitt dømi um hetta eru tey stóru sethúsini, sum í hesum døgum standa í gerð mitt í bygdini.

Hesi verða bygd í einum øki, har trý nýggj sethús fara at standa innan fyri rímiliga tíð.


Les eisini: 
Fólk vilja fegin byggja í Húsavík


Tað er byggimeistarin Fritleif Kjærbæk sum smíðar hesi sera snotiligu húsini.

Mikudagin vóru hann og starvsfelagin, Rani Samuelsen í ferð við at tekja hesi húsini.

- Í dag er akkurát veðrið til slíkt arbeiði. Sólin skínur oman og niðan, og ikki eitt lot.

- Vit mugu heldur skunda okkum, tí teir boða frá ódn ein av komandi døgunum, sigur Frileif Kjærbæk.

Eftir ætlan skulu teir báðir verða lidnir við hesi húsini um hálvan oktober.



SUM KUNDIN YNSKIR
Hetta eru langt frá fyrstu sethúsini sum Fritleif hevur smíðað í sínum langa lívi sum timburmaður.

Hann varð útlærdur í 1981, og hevur arbeitt bæði í Noregi og í Føroyum síðani tá sum sjálvstøðugur timburmaður.

- Mær dámar, heilt erliga best at arbeiða sum sjálvstøðugur, sigur hann við Portalin.

Teir gjørdu eini hús liðug í Havn, áðrenn teir fóru í holt við hetta. Og tá teir eru lidnir her í Húsavík skulu teir aftur til Havnar at arbeiða.

Í hesum føri er talan um eini sethús ið skulu byggjast Undir Fjalli, sum tey siga í høvuðsstaðnum.

Teir báðir, Fritleif og Rani hava serliga lagt seg eftir at uppfylla ynskini sum kundin hevur til nýggju sethús síni.

- Jú, vit gera sethúsini akkurát soleiðis sum kundin ynskir tað, sigur Fritleif.


NÓGV ARBEIÐI
Hesi nýggju sethúsini í Húsavík eru stór á at líta, og væl innrættaði.

Mikudagin vóru teir á tekjuni og arbeiddu, men nógv arbeiði er eftir at gera innanveggja.

So hóast veðrið ikki hevur verið so lagaligt í dag, og kanska heldur ikki verður til útiarbeiði í komandi viku, er altíð okkurt at gera innanveggja, áðrenn eigarin kann fara í tey lyklakláru sethúsini í heyst.

Fritleif hevur drúgvar royndir sum timburmaður. Og stúrir tí ikki fyri framtíðar arbeiðsuppgávum.

- Nei, eg skal ikki klaga um arbeiði, sigur Fritleif Kjærbæk.

Og hann leggur aftrat:

- Vit báðir hava nóg mikið at gera heilt fram til páskir næsta ár.