"Sorgarljóð, eftir vanlukkuna saman við einum tupilakki." ein av myndunum, ið er við á framsýningini. Frits málaði hana eftir flóðalduvanlukkuna í Grønlandi

Frits Johannesen í Galerie Focus



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

05.09.2017 - 07:43

Mentan > List > Myndlist

Fríggjadagin letur ein framsýning við verkum hjá Frits Johannesen upp í Galerie Focus í Lambagerði 1 í Havn. Johan Hentze og ein annar blása horn tá framsýningin letur upp.

Frits Johannesen, f. 1944, hevur arbeitt sum lærari í fólkaskúlanum og verið kórleiðari í mong ár. Hann hevur sýnt fram á málningaframsýningum síðan 1969 í Føroyum, Danmark, Norra og Svøríki. Hann hevur listprýtt: Mentanarhúsið, relieff í sementi til Skjøldurin á Bønhúsinum á Hellunum, træskurð til Studentaskúlan á Kambsdali, træskurð til Sildaverksmiðjuna, træskurð til Hvalvíkar skúla, málað skjøldurin á Fuglafjarðar skúla saman við 10. flokki í myndlist 1997 og barnagarðin Stropan á Kambsdali.

Framsýningin í Galerie Focus hongur uppi til 21. september.