(Mynd: NSÍ)

Fróði Benjaminsen skrivað undir við NSÍ

Sverri Egholm

24.02.2018 - 20:47

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Tað hava verið nógvar gitingar um tað, men í kvøld er greitt, at Fróði Benjaminsen verður partur av NSÍ-hópinum komandi kappingarár.

NSÍ kunngerð á heimasíðuni at felagið hevur skrivað undir við roynda landsliðsleikaran.

Fróði gjørdist føroyameistari við Víkingi síðsta ár, og kemur nú til NSÍ. Tað sama ger meistaravenjarin Sámal Erik Hentze, sum bleiv kunngjørdur venjari hjá runavíkingum í november.