Mynd: EPA

Froome fær gulu troyggjuna

Sverri Egholm

09.07.2016 - 18:15

Ítróttur > Ítróttur > Súkkling

Vinnarin av stóru súkklukappingini Tour de France í fjør, Chris Froome, vann í dag sín fyrsta túr. Túrurin í dag var tann áttandi í kappingini og aftur í dag var tað ein fjallatúrur, sum skuldi avgreiðast.

Chris Froome, sum er á Team Sky fekk góða hjálp frá sínum liðfeløgunum í dag. Teir skaptu honum pláss, so hann kundi leypa á. Hann streyk avstað í undanbrekku, og fekk økt um frástøðuna til at 20 sekund vóru aftur til nummar tvey eitt skifti.

Tað var ikki fyrr enn síðst, at hinir komu tættari honum, men Froome var fyrstur um mállinjuna 13 sekund frammanfyri næsta mann.

Við sigrinum í dag fær hann eisini gulu troyggjuna á.