Upptøka: Tour de France

Froome fyri fjórðu ferð

Sverri Egholm

23.07.2017 - 18:22

Ítróttur > Ítróttur > Súkkling

Hollendski sprintarin Dylan Groenewegen vann síðsta teinin í ársins Tour de France, men Froome gjørdist samanlagdi vinnarin.

Súkklað varð á Champs-Élysées og sum vanligt er, endaði tað í massaspurti og vinnarin gjørdist Groenewegen, sum kom á mál frammanfyri André Greipel og Edvald Boasson Hagen.

Teinurin byrjaði annars róliga fyri súkklararnar, og Chris Froome og hansara liðfelagar kundu fegnast um sigurin við at drekka sjampanju.

Ikki fyrr enn súkklararnir komu til París og Champs-Élysées byrjaði kappingin ordiliga.

Hóast bretski Froome frá liðnum Sky ikki var fyrstur mál, gjørdist hann samlaður vinnari av Tour de France fyri fjórðu ferð.