Chris Froome (Mynd: EPA)

Froome vann tíðarkoyringina og økti um leiðsluna

Ingi Samuelsen

21.07.2016 - 16:40

Ítróttur > Ítróttur > Súkkling

Chris Froome í gulu leiðslutroyggjuni setti alt upp á pláss, tá tíðarkoyring í fjallalendi var í dag í stóru Tour de France súkklukappingini.

Talan var um 17 harðar kilometrar í Alpunum. Leingi lá hollendingurin Tom Dumoulin til at vinna kappingina. Tað var eisini Dumoulin, sum vann hin teinin í tíðarkoyring, sum var í síðstu viku.

Men leiðslan hjá Dumoulin helt líka til seinasti súkklarin kom á mál, nevniliga Chris Froome í gulu troyggjuni. Vinnarin av Tour de France í fjør og í 2013 vísti at vera skjótastur her, og kom í mál 21 sekund skjótari enn Dumoulin.

Næstir teimum vóru Fabio Aru og Richie Porte, sum báðir vóru 33 sekund seinni enn Froome.

Kappingin um samlaða sigurin er enn óbroytt, tó at Froome økti um leiðsluna. Hann er nú 3 minuttir og 52 sekund framman fyri Bauke Mollema úr Hollandi (sum gjørdist nummar 17 í dag) og 4:16 framman fyri Adam Yates (sum gjørdist nummar 16 í dag).