(Mynd:EPA)

Frumsýning í morgin: Fifty Shades of Grey

Elin Dam Egholm

12.02.2015 - 00:05

Mentan >

Í morgin er frumsýningin av erotiska filminum Fifty Shades of Grey.

Uttanlands er stóri eftirspurningurin eftir atgongumerkjum til filmin komin óvart á biografarnar.

Longu tá forsølan í Danmark byrjaði, vóru øll atgongumerkini seld beinanvegin.

Hvussu er so í Føroyum undan frumsýningini?
Sambært heimasíðuni hjá Havnar Bio, so eru 423 atgongumerki seld í forsølu, og fleiri pláss eru longu bíløgd.

Tó ber tað enn til, at ogna sær atgongumerki til frumsýningina, hóast ikki nógv pláss er eftir.

Tað er eingin ivi um, at filmurin er heilt væl umtóktur. Hóast hetta, so eru ymiskar meiningar um filmin.

Á bloggi sínum, Egið rúm, skrivar Marna Jacobsen:
- Hetta er ein av mongum bókum, mongum ímyndum, har tú skalt lullast inn í eina romantiska fatan av, at allar kvinnur elska at verða bukaðar av ella um ikki, so mugu tær bara smyrja seg við, at menn kunnu buka tær av, um teir vilja.

Marna Jacobsen biður fólk heldur geva Kvinnuhúsinum 100 krónur frumsýningardagin enn at fara til filmin.

Hetta átakið er eisini gjørt í útlondum, millum annað í Danmark, Noreg og Onglandi

Kvinnuhúsið tekur í móti kvinnum, sum hava verið fyri harðskapi. Meiri um tað á kvinnuhusid.fo.