(Mynd av Twitter)

FSF-umboð á blettinum

Ingi Samuelsen

11.07.2016 - 11:52

Ítróttur > Mentan > Miðlar & fólk

Tað var Cristiano Ronaldo, sum tey flestu myndatólini peikaðu móti eftir óvæntaða portugisiska EM-sigurin í fótbólti í gjárkvøldið.

Men eisini fyrrverandi lærumeistarin hjá portugisiska stórspælaranum, Sir Alex Ferguson, fyrrverandi venjari hjá Manchester United, fekk uppmerksemi, tá hann heilsaði upp á sínar gomlu leikarar, Ronaldo og Nani á veg oman av sigurspallinum.

Og hvør er tað, sum stendur aftanfyri og filmar hendingina? Jú, mín sann, almennu umboðini frá Fótbóltssambandi Føroya, Virgar Hvidbro aðalskrivari og Christian F. Andreassen, forseti. Ein einføld leiting á Twitter vísir, at júst henda myndin er deild rættiliga ofta í gjárkvøldið og í dag.

Herundir síggjast myndirnar frá hinum vinklinum, tiknar av Facebook-vanganum hjá Virgari Hvidbro.