Tom Cairney gjørdist matchvinnari í Playoff-finaluni (Mynd: EPA)

Fulham er aftur í Premier League

Agnar Frederiksen

26.05.2018 - 18:01

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur
Playoff-finalan í The Championship varð fyri løtu síðani leikt á Wembley. Wolves og Cardiff høvdu tryggjað sær uppflyting, og  nú er greitt, at Fulham verður triðja liðið.

Tað vóru frálíkir karmar hjá leikarunum á tjóðarleikvøllinum. Premier League-pláss  og yvir yvir 1,5 millard stóð uppá spæl. Fulham var omaná í 1.hálvleiki, og kom á odda í miðskeiðis í 1.hálvleiki. Stórtalentið Ryan Sessegnon spældi liðformannin Tom Cairney frían í brotsteiginum, og miðvallarin var tryggur. Hetta skuldi vísa seg, at verða einasta málið í dystinum.

Aston Villa kom sera væl út til 2.hálvleik, og fekk til tíðir lagt eitt tungt trýst á Fulham. Men hóast London spældi seinastu tjúgu minuttirnar í undirtal, eftir at verjuleikarin Odoi fekk seinna gula kortið, so megnaði Villa ikki at skora.

Eftir fýra ár í næstbestu deildini er Fulham aftur í fremstu røð, og fagnaðurin var øðiligur eftir seinasta bríksl.