(Mynd: Norðlýsið)

Trolbátarnir fullir upp undir lúkurnar



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Snorri Brend

22.04.2014 - 12:34

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Fiskivinna

Nógvur fiskiskapur hevur verið nú um páskahøgtíðina. Og aftur í morgun hendir nógv á hesum øki – í Leirvík í øllum førum.

Norðlýsið skrivar, at m fiskifrøðin sigur, at toskurin og hýsan undir Føroyum eru illa fyri, so vísir fiskiskapurin hesar seinastu dagarnar júst tað øvugta.

- Tað vísir seg, at bæði trolbátar og útróðrarbátar hava havt sera góðan fiskiskap upp undir halguna, skrivar blaðið.

Í Leirvík liggja tríggir bátar við bryggju í løtuni - Jens Leon, Hansa Maria og Búgvin - fullir undir lúkurnar.

- Teir bíða bert eftir landing nú í morgun.

Í Klaksvík er sama skilið: Her liggur Fiskaklettur og bíðar eftir at landa.