Fullsett til Vinnudagin

Ingi Samuelsen

25.09.2014 - 18:31

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Annað

Tá Vinnudagurin 2014 í morgin fer av bakkastokki, verður Norðurlandahúsið nærum fullsett av føroyskum vinnulívsfólki og øðrum, sum hava við vinnuna at gera. Tá tilmeldingarfreistin í gjár var úti, vóru bert nøkur fá pláss eftir, skrivar Vinnuhúsið á netinum.

Hetta er 15. ferð, at Føroya Arbeiðsgevarafelag skipar fyri Vinnudegnum, har fjølbroyttir fyrilestrar og kjak eru á skránni. Kjakið hesaferð fer at snúgva seg um “hvat skulu vit duga?”