Fullur norðmaður sendur heim úr OL

Ingi Samuelsen

14.02.2018 - 07:29

Tíðindi > Tíðindi > Noreg

Ein norðmaður varð gjáranáttina handtikin fyri herverk í PyeongChang í Suðurkorea. Hann verður nú sendur heim.

Talan er um ein lim í almenna norska OL-hópinum. Í einum tíðindaskrivi sigur ítróttafelagsskapurin, Olympiatoppen, at talan er um ein persón, sum hevði ein stuðlandi leiklut í ferðalagnum.

Maðurin varð týsnáttina handtikin av løgregluni í olympiska býnum fyri at hava gjørt skaða í fyllskapi.

- Løgreglan hevði mannin í varðhaldi um náttina. Hann varð avhoyrdur týsmorgunin, og hevur góðtikið at rinda skaðarnar aftur, verður sagt í tíðindaskrivinum.

Blaðið VG veit at siga, at maðurin var ógvuliga fullur, og royndi at berjast ímóti, tá løgreglan skuldi handtaka hann. Hetta endaði við skaða á ein politibil og ein annan bil. Sambært VG hevur maðurin longu rindað eina bót upp á 22.000 norskar krónur.

- Talan er um agabrot, ið ikki eru ósambærilig við norska OL-hópin. Persónurin er tí tikin úr tænastu, sigur ovastin fyri norska OL-ferðalagið, Tore Øvrebø, í tíðindaskrivinum, skrivar Ritzau.



beint nú