Mynd: Jens Kr. Vang

Fult umfar í Effodeildini í dag



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Rakul Sjúrðardóttir Frederiksberg

14.05.2017 - 13:25

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Í dag verður 8. umfar í Effodeildini leikt.

Fyrsti dysturin byrjar klokkan 14.30 við Stórá, har KÍ vitjar TB/FCS/Royn. TB/FCS/Royn byrjaði kappingarárið væl, men hevur tapt tveir teir seinastu dystirnar. TB/FCS/Royn liggur nummar trý á stigatalvuni og er bert eitt stig aftan fyri KÍ, sum er á 2. plássi.

Allir hinir dystirnir byrja klokkan trý.

Skála og B36 dystast á Skála. Skála hevur eftir sjey dystir leikt fimm dystir javnt og tapt tveir dystir. Skála hevur bert skorað tvey mál og liggur nummar átta við fimm stigum. Seinasta umfar leiktu teir móti NSÍ í Runavík, har teir vóru á odda størstan part av dystinum, men NSÍ megnaði akkurát at skora til 1-1.

B36 liggur á sætta plássi við átta stigum og hevur leikt fimm dystir javnt, ein sigur og tapt ein dyst. Seinasta umfar leiktu teir javnt móti EB/Streymi.

EB/Streymur tekur móti HB í Streymnesi. HB vann 2-1 á TB/FCS/Royn seinasta umfar.

ÍF og Víkingur møtast í Fuglafirði. Víkingur er á 1. plássi við trettan stigum. Víkingur hevur ongan dyst tapt enn. Teir hava vunnið tríggjar dystir og spælt fýra javnleikir. Seinasta umfar leiktu teir javnt á heimavølli móti 07 Vestur.

07 Vestur tekur ímóti NSÍ í Sørvági. 07 Vestur kláraði at halda Víkingi aftur síðsta dyst, og dysturin endaði 2-2.