H71 byrjar kappingarárið leygardagin í Klaksvík. Neistin tekur í 1. umfari ímóti KÍF á heimavølli.

(Mynd: Jens Kr. Vang/Savnsmynd)

Fult umfar í FTZ og Hvonn-deildini um vikuskiftið



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Agnar Frederiksen

13.09.2017 - 15:32

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Nú í vikuskiftinum byrja fremstu deildirnar hjá monnum og kvinnum í hondbólti. Tríggir dystir eru í bæði Hvonn-deildini og í FTZ-deildini. 

Mennirnir hjá Team Klaksvík og H71 leggja út leygardagin, tá greipuvinnararnir vitja í Klaksvík. Sunnudagin eru dystir á Skála og í Høllini á Hálsi.

Hjá kvinnum eru allir dystirnir sunnudagin. Tað er áhugavert, at Hvonn-deildin er útvíðkað til sjey lið, nú H71 er við í fremstu deildini. Hoyvíkskvinnur leggja út við einum túri til Vágs.

Av tí at tað eru sjey lið í báðum deildunum, so hevur eitt lið hjá bæði monnum og kvinnum frí hvørt umfar. Hetta vikuskifti er tað VÍF í bæði Hvonn-deildini og FTZ. Men kvinnurnar og mennirnir hjá VÍF fara í gongd næsta hósdag, tá 2. umfar er á skránni.

Her er eitt yvirlit yvir dysirnar í vikuskiftinum: 

Hvonn-deildin: 

Sunnudagin 17.09

14.30:
StÍF - Kyndil
Neistin - Stjørnan

15.00:
VB - H71


FTZ-deildin:

Leygardagin 16.09

15.00: 
Team Klaksvík - H71

Sunnudagin 17.09

16.00: 
StÍF - Kyndil
Neistin - KÍF 

1. deild menn og kvinnur byrja eisini í vikuskiftinum. Skráin fyri tær kappingarnar og full skrá fyri fremstu deildina hjá kvinnum og monnum sæst á hsf.fo