Savnsmynd. Aksel V. Johannesen og Høgni Hoydal (Mynd: Jens Kr. Vang)

Fundast hvør sær um landsstýrissessirnar

Sverri Egholm

13.09.2015 - 17:17

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Enn er einki avgjørt um hvørji fólk skulu verða landsstýrisfólk. Ikki annað enn at Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum verður løgmaður.

Aðalstjórnin hjá Tjóðveldinum fór á fund aftaná døgurða í dag um hvør skal manna landsstýrissessirnar hjá teimum, veit Kringvarpið.

Javnaðarflokkinum hevur frí í dag. Ikki fyrr enn í annaðkvøld verður spurningurin um landsstýrisfólk tikin upp hjá teimum.

Sambært keldum hjá Kringvarpinum skal Javnaðarflokkurin hava tinga seg fram til fýra landsstýrissessir og at Tjóðveldi fær Fiskivinnumálaráðið og Fíggjarmálaráðið, men hetta er ikki vátta.

Framsókn fór á fund klokkan 17. Sambært Norðlýsinum fær Framsókn ein landsstýrissess og tað verður Vinnumálaráðið.