Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

Funnin aftur og ger helst landgongd hvørja løtu



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

08.06.2018 - 22:54

Tíðindi >

Helst er tað sami springarabólkur, sum fyrr var sæddur út fyri Hvítanes, sum fyri løtu síðani varð funnin í Sundalagnum, og nú er á veg inn á Hvalvík.

- Hon kemur her við fullari ferð. Eingin bátur er komin til hana enn, og her er næstan einki fólk, sigur Finnbogi Midjord, sýslumaður, tá vit ringja at frætta um støðuna.

Hann var sjálvur staddur í Hvalvík, tá vit tosaðu við hann. Tað gongur skjótt fyri seg, og tá var bólkurin staddur mitt á fjørðinum út fyri Norðsetur í Hvalvík.

Vit frætta aftur um eina løtu hvussu tað gongur.