Funnu lík við Ljósá – kanna um tað er Piddi

Snorri Brend

01.09.2014 - 16:38

Tíðindi >

Ein frítíðarfroskmaður kom í gjár fram á beinagrind út fyri Ljósá. Løgreglan heldur, at tað er Piddi, ið er funnin.

Froskmaðurin fann beinagrindina 100 metrar úr landi á umleið 20 metra dýpi. Tað váttar Jón Klein Olsen, kanningarleiðari hjá løgregluni fyri Kringvarpinum fyrrapartin.

Froskmaðurin valdi at taka skøltin upp við, og boðaði síðani løgregluni frá. Hann hevur síðani saman við froskmonnum hjá Tórshavnar Sløkkiliði roynt at koma aftur á sama stað; men hetta er munandi torførari í sjónum enn á landi.

Leitingin í gjár steðgaði, tí líkindini vóru so vánalig. Fyrrapartin í dag varð leitingin tikin uppaftur.

Enn er ikki staðfest, hvør tað er, sum er funnin. Men sambært Jón Klein Olsen er skølturin í slíkum standi, at beinagrindin helst hevur ligið í sjónum í lutfalsliga fá ár.

Tí arbeiðir løgreglan í løtuni út frá ástøðinum um, at tað er beinagrindin eftir millum annað Dánjali Petur Hansen, vanliga nevndur Piddi, ið er funnin.


Portalurin fylgir málinum.