Fleiri ferðafólk máttu bíða uttanfyri floghavnina (Mynd av Twitter)

Funnu onki illgrunasamt í Kastrup



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

12.09.2017 - 11:50

Tíðindi > Danmark

Tað var ein pakki, latin inn til flogflutning, sum í morgun var orsøk til at partar af floghavnini í Kastrup vórðu stongdir, og fólk flutt út úr floghavnini.

Tað upplýsti ovastin fyri Københavns Politi, Jens Jespersen, á einum tíðindafundi fyrrapartin.

Terminal 2 var stongdur upp í hálvantriðja tíma, og fleiri hundrað ferðafólk máttu bíða aðrastaðni í floghavnini eftir at sleppa avstað.

Floghavnin boðaði løgregluni frá í morgun klokkan 7.30 lokala tíð.

- Orsaka av yvirgangshóttanini móti Danmark, fara vit út tá ein slík støða tekur seg upp, segði løgregluovastin.

Løgreglan fór út við stórum liði og spreingiserfrøðingar hjá verjuni vórðu eisini tilkallaðir fyri at kanna, um nakað vandamikið var í pakkanum.

Løgreglan vil ikki siga, hvat var í pakkanum, skrivar Ritzau.

- Vit kundu staðfesta, at tað ikki var nakað illgrunasamt í pakkanum, segði Jens Jespersen.

Flogfarið, sum pakkin skuldi við, varð hildið aftur á flogvøllinum í nakað longri tí enn ætlað. Løgreglan vil ikki upplýsa hvagar flogfarið skuldi, annað enn, at talan var um útlendskt ferðamál.

Løgregluovastin sigur, at løgreglan strembaði eftir, at tað ikki var neyðugt at steingja floghavnina orsaka av kanningini.

Les eisini: Floghavnin í Kastrup latin uppaftur