(Mynd: Nes kommuna)

Fylla út á Saltnesi fyri ferðsluni frá Eysturoyartunnlinum

Ingi Samuelsen

23.02.2016 - 07:16

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Samferðsla

Neyðugt verður at fylla út eitt økið við Saltnes fyri ferðsluni, sum kemur upp úr Eysturoyartunnlinum.

Tað kom fram á einum borgarafundi um komandi tunnilin, sum varð hildin á Tofta skúla fríggjakvøldið.

Tunnilin kemur upp eysturoyarmegin á Rókini, beint á kommunumarkinum millum Nes og Runavíkar kommunu. Men tunnilsmunnin verður so nær sjóvarmálanum, at eitt stórt øki skal fyllast út fyri at geva pláss fyri rundkoyring, íbindingarvegi og tilbúgvingarøki, skrivar heimasíðan hjá Nes kommunu.

Fyrireikingararbeiðið er nú komið so mikið langt, at tilkomuvegirnir til Eysturoyartunnilin eftir ætlan skulu bjóðast út millum føroyskar arbeiðstakarar og vera lidnir longu 31. august í ár, tá ætlandi verður farið undir at bora, fyrst á Hvítanesi og á Strondum.

Ætlandi verður Eysturoyartunnilin liðugur í 2019. Farið verður undir at bora Sandoyartunnilin í 2018, og hann skal vera liðugur í 2021, upplýsti Teitur Samuelsen, stjóri fyri pf. Eysturoyar- og Sandoyartunlar á borgarafundinum á Toftum.