Mynd: Jens Kr. Vang

Fýra ár síðani Slættaberg rendi á Ågot

Sverri Egholm

25.02.2018 - 17:01

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Fiskivinna

Í dag eru fýra ár síðani hendingina í Klaksvík, tá Slættaberg rendi á línuskipið Ågot, sum lá við bryggju.

Hendingin, sum fáur klaksvíkingur man hava gloymt, fór fram um 16 tíðina 25. februar 2014, og næstu dagarnar var øgiliga stákan við Langukei í Klaksvík. Slættaberg rendi so mikið hart á Åhot, at skipini lógu fast knýtt at hvørjum øðrum.

Fleiri ivaðust í um skipið fór at blíva vrak eftir hettam, men tað hendi ikki. Skipið varð gjørt aftur fór aftur í vinnu.

- Ja, nú byrjaði tað av álvara at síggja gott út fyri framman. Og so hendi hetta akkurát nú, ið tað byrjaði at ganga gott hjá okkum, segði ein harmur skipari, Hjaltur Poulsen við Portalin beint eftir óhappið.

Í september mánað sama ár var skipið klárt at fara til fiskiskap aftur.