Johnny í Grótinum

Fýra av fimm hava sæð ”Guð signi Føroyar”

Ingi Samuelsen

20.02.2018 - 17:31

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Miðlar

Dokumentarsendingin hjá Kringvarpi Føroya um samkomuna Kelduna í Skálafirði hevur fingið góða undirtøku millum hyggjararnar.

Johnny í Grótinum, stjóri fyri Kringvarpi Føroya, hevur í dag kunngjørt eina kanning, sum spyr.fo hevur gjørt fyri Kringvarpið. Kanningin vísir at fýra av fimm vaksnum føroyingum nú hava sæð fyrsta part av røðini ”Guð signi Føroyar”.

Kanningin hjá spyr.fo varð gjørd í gjárkvøldið. 

Kanningin hjá spyr.fo vísir, at helmingurin hugdi beinleiðis í sjónvarpinum, fjórði hvør hugdi á netinum og restin hugdi, tá sendingin bleiv endursend sunnukvøldið. Í eini stigatalvu frá 1 til 5 fekk fyrsti partur 3,9 stig í miðal frá hyggjarunum, ið verður mett at vera eitt gott skoðsmál.

Hagtølini frá heimasíðuni hjá Kringvarpinum staðfesta eisini góðu undirtøkuna, tí higartil hava sløk 14.000 hugt eftir sendingini á netinum. Longu fyrsta døgnið høvdu áleið 9.000 hugt á netinum.

- Vit vóru greið yvir, at hetta evnið hevði áhuga millum føroyingar, men vit høvdu ikki roknað við so stórari undirtøku. Eg fegnist serliga um, at hyggjararnir sum heild eisini eru væl nøgdir við dygdina í sendingini. Sendingin hevur eisini elvt til rímiliga nógv kjak í almenna rúminum, sum eisini er eitt tekin um, at vit hava fingið lýst og viðgjørt eitt viðkomandi evni, , sigur Johnny í Grótinum, kringvarpsstjóri.

Komandi hóskvøld verður annar partur í sendirøðini sýndur í sjónvarpinum og tøkur á netinum. Eftir triðja part tann 1. mars verður ein steðgur í sendirøðini til 5. apríl, tá fjórði partur verður sýndur.

[Grein broytt kl. 22.40. Brot, sum viðgerð standardin hjá spyr.fo tikið burturúr]