Fýra av manningini doyðu á Mærsk Honam



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

13.03.2018 - 08:13

Tíðindi > Uttanlands > Vanlukkur

Tað er nú staðfest, at teir fýra av manningini umborð á Mærsk Honam, doyðu í ógvusliga eldinum umborð á skipinum í farnu viku. Tað boðar A.P. Møller-Mærsk frá í tíðindaskrivi.

Eldur kom í stóra bingjuskipið í Arabia Havi, knappar 900 fjórðingar í ein landsynning úr Oman.

Tilsamans vórðu 22 av manningini bjargað av skipinum, meðan sagt varð, at fýra vóru saknaðir. Nú boðar reiðaríið frá, at líkini av trimum av teimum fýra saknaðu monnunum eru funnin. Líkini eru ikki eyðmerkt, men saknaðu menninir komu úr Suðurafrika, India og tveir av Filipsoyggjum.

Skipið var á veg úr Singapore til Suez, tá eldur kom í. Í fyrstu atløgu royndi manningin sjálv at sløkkja eldin, men tað eydnaðist ikki.

Mærsk Honam sendi tí út neyðarkall, ið varð fangað av fleiri av skipunum hjá reiðarínum, sum vóru har á leiðini. MSC Lauren, Edith Mærsk og Gerd Mærsk skiftu tí kós fyri at hjálpa til við sløkkiarbeiðinum.

Enn kann skipafelagið ikki siga nakað um, hvør orsøkin var til eldin umborð á Mærsk Honam.

Flestu av manningini, sum vórðu bjargaðir eru nú útskrivaðir av sjúkrahúsi á Sri Lanka og hava fingið kreppuhjálp. Reiðaríið arbeiðir nú við at skipa heimferð teirra, upplýsir Maersk Line.

Arbeiðið við at sløkkja eldin og bjarga Maersk Honam í Arabia havi heldur fram

Mærsk Honam varð bygd í 2017. Skipið er 353 metrar langt og 53,5 metrar breitt, og hevði 7.860 bingjur umborð, tá eldur kom í.

Les eisini: Vandamikil farmur í brennandi bingjuskipi

Les eisini: Mærsk skip í ljósum loga