(Mynd: Sansir)

Danish Digital Awards: Fýra ferðir gull til Sansir og Faroe Islands Translate



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

19.04.2018 - 22:02

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Ferðavinna

Lýsingafyritøkan Sansir fekk í kvøld fulla úrtøku á Danish Digital Awards.

- Á Sansum eru vit málleys. Fýra nomineringar og fýra gull. Óveruligt, skrivar Tór Verland Johansen, ein av stjórunum á Sansum, til Portalin í kvøld.

Frøin er stór, tí við átakinum Faroe Islands Translate hava lýsingafyritøkurnar Sansir og Mensch saman við Visit Faroe Islands og Atlantic Airways sett alt uppá pláss.

Átakið vann gull í bólkunum Website (mikrosite), PR, Effectiveness og Brand activation.

Eisini fingu Sansir og Mensch heiðurin sum Agency of the Year meðan Visit Faroe Islands og Atlantic Airways blivu Digital Company of the Year.