Soleiðis sá út í KÍ-høllini seinnapartin. Gólvið er lagt á, og nú er klárt til "Seinastu 4" í morgin.
(Mynd: Agnar Frederiksen)

KÍ-høllin til reiðar til hálvfinalurnar



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Agnar Frederiksen

09.02.2018 - 22:33

Ítróttur > Ítróttur > Flogbóltur

Í morgin er stórur steypadagur hjá flogbóltinum. Báðar hálvfinalurnar hjá bæði monnum og kvinnum, verða leiktar í KÍ-høllini, har tað verður greitt, hvør skal spæla í finalunum í ár.

Av tí at Høllin á Hálsi ikki er til reiðar til ein slíkan dag, verður Kí-høllin nýtt í ár. Fyrr í dag varð serliga taraflex-gólvið lagt á, og tað er gjørt klárt til fýra spennandi hálvfinalur.

Hjá monnum eru tað liðini, ið kappast um fyrsta plássið í Meistaradeildini, ið hittast í fyrru hálvfinaluni. Í hinari hálvfinaluni eru tað besta og næstbesta liðið hjá SÍ, ið skulu dystast á "Seinastu 4" - degnum.

Hjá kvinnum er oddaliðið í Mestaradeildini, Fleyr, favorittur ímóti TB. Í seinna dystinum hittast Mjølnir og Dráttur. Liðini hava spælt tvær ferðir ímóti hvør øðrum í landskappingini í ár. Mjølnir vann 3-0 á heimavølli, og í desember vann Dráttur 3-0 á Giljanesi.

Her er skráin fyri dagin:

13.00 Fleyr - TB (kvinnur)
15.00 Dráttur - Mjølnir (kvinnur)

17.00 ÍF - Mjølnir (menn)
19.00 SÍ b - SÍ a (menn)

Rás 2 sendir úr KÍ-høllini, og Kringvarpið vísir dystirnar.