Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF

Fýra nýggir hjálparvenjarar


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Tíðindabræv

16.02.2017 - 14:49

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

FSF hevur gjørt avtalur við Egil á Bø, Alexandre da Silva Braga, Jan Dam og Anju Rein um at taka sær av uppgávunum sum hjálparvenjarar hjá nøkrum av yngru landsliðunum.

Sum áður fráboðað, og í tráð við heildarætlanina við fótbóltsmennarunum, er ætlanin framyvir at seta hjálparvenjarar til føroysku ungdómslandsliðini í longri ella styttri tíðarskeið. Skráin fyri landsliðini er ymisk, og tí verða hjálparvenjararnir í fyrsta umfari settir eftir tørvi.

Nakrar avtalur eru nú gjørdar, sum knýtir hesar at ymsu landsliðunum og teirra virksemi fram til summarfrítíðina.

Hjá dreingjum verður Egil á Bø hjálparvenjari hjá U15, meðan Jan Dam verður hjálparvenjari hjá U19. Á gentusíðuni eru avtalur gjørdar við Anju Rein og Alexandre da Silva Braga, ið koma at verða knýtt at ávikavist U15 og U19-landsliðunum.

Jan Mølvad Laursen er venjari hjá U17-gentunum, og har verður tað Jógvan Martin Olsen, sum í fyrsta umfari fer at virka sum hjálparvenjari. Hjá U17-dreingjum verður tað Eli Hentze, ið fram til summarfrítíðina fer at hjálpa Thomas Thinggaard.

Fyrsta avbjóðingin í hesum árinum verður frá 13. til 21. mars, tá U17-landsliðið við dreingjum fer til Elite Round á Kypros.

Tíðindabræv frá Fótbóltssambandi Føroya