Mynd: HBO

Fýra persónar handtiknir fyri lekan av Game of Thrones

Sverri Egholm

15.08.2017 - 11:01

Mentan >

Løgreglan í India hevur handtikið fýra menn, sum eru undir illgruna at hava likið ein part av HBO-røðini “Game of Thrones”.

Tað skrivar BBC.

Tríggir av teimum, sum eru undir illgruna, arbeiða hjá Prime Focus Technology, sum hevur filmar og sendirøðir hjá stroymingartænastuni Holstar í varðveitslu. Tann fjórði er fyrrverandi starvsfólk hjá HBO.

Tað var fjórði partur av røðini, sum varð lagdur út á netið fýra dagar áðrenn hann eftir ætlan skuldi koma út.

Game of Thrones er frammanundan tann røðin, sum flest fólk hava tikið niður ólógliga nakrantíð.

Var tað ikki nóg mikið hjá HBO, so hava teldusníkar eisini verið upp á spæl, og hava stolið 1,5 terabyte av innihaldi. Sníkarnir hótta við at leggja alt út, fáa teir ikki milliónir frá HBO.

Stolna innihaldið er millum annað partar av røðum sum “Ballers” og “Room 104” og handrit til sendirøðina Game of Thrones.