Mynd: John Johannesen

Fýra Sea Shepherd viðhaldsfólk handtikin og hald er lagt á ein bát



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Marin Eidesgaard

23.07.2015 - 17:12

Tíðindi > Samfelag & politikkur > Grindaboð

Fýra fólk frá Sea Shepherd vórðu handtikin, tvey á landi og tvey á sjónum. Løgreglan hevur eisini lagt hald á ein bát hjá felagsskapinum.

Kringvarpið veit at siga, at júst, tá ið grindin gjørdi landgongd, runnu bæði Sea Shepherd viðhaldsfólkini oman móti grindini og veittraðu. Tey royndu óivað at fáa hana at venda burtur. Tey vóru tískil handtikin, tí tað var greitt, at tey ikki vóru har í grindaørindum.

Tað vóru eini 100 grindahvalir dripnir, og drápið gekk øgiliga væl. Nógv fólk vóru við og tað tók bert einar 10 minuttir. Nú skal grindin býtast, og seðlarnir koma út seint í kvøld ella í morginárini.