Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

Fýra spennandi dystir í kvøld



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Agnar Frederiksen

11.10.2017 - 16:44

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Bæði í FTZ-deildini og í Hvonn-deildini verða tveir dystir leiktir í kvøld.

Hjá kvinnum er lagt upp til spennandi dyst í Vestmanna, har oddaliðið og greipuvinnarin Kyndil er á vitjan. VÍF hevur fult stigatal fyri tríggjar dystir, og kann leggja seg á odda við einum sigri. Grannauppgerð er í Høllini á Hálsi, har Neistin tekur ímóti H71. Í vikuni er komið fram, at Neistin skal hava nýggja venjara. Liðið hevur fýra stig fyri fýra dystir, meðan H71 framvegis hevur sítt fyrsta stig til góðar.

Hjá monnum er oddadystur í Havn. Mennirnir hjá Neistanum fáa vitjan av H71. Hoyvíkingar hava fult stigatal fyri tríggjar dystir, og bæði liðini hava 6 stig. Team Klaksvík hevur eisini 6 stig, og liðið er byrjað sera væl í ár. Í kvøld taka klaksvíkingar ímóti STÍF, ið eisini av álvara kann blanda seg í oddastríðið við einum sigri.

Hvonn-deildin í dag
18.30: VÍF - Kyndil
18.30: Neistin - H71

FTZ-deildin í dag
20.00: Neistin - H71
20.00: Team Klaksvík - STÍF