Fyrilestrar um seinfylgjur eftir krabbamein



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

23.10.2017 - 10:09

Tíðindi > Heilsa & Umhvørvi > Sjúkuviðgerðir

Viðgerð fyri krabbamein er batnað nógv seinastu árini, og alsamt fleiri gerast frísk, men kortini eru tað fleiri, sum fáa seinfylgjur av sjúkuni og viðgerðini. Fylgjur, ið eisini kunnu vísa seg nógv ár seinni, og sum kunnu vera til stóran ampa.

Krabbameinsfelagið skipar tí fyri fyrilestrum um evnið. Fyrilestrarnir verða hósdagin á Hotel Hafnia í Havn. Um dagin er ein fyrilestur fyri heilsustarvsfólk, o gum kvøldið er almennur fyrilestur, ætlaður teimum, sum hava seinfylgjur av krabbameinssjúku og –viðgerð, umframt øðrum áhugaðum.

Fyrilestrarhaldari er norska Cecilie E. Kiserud, yvirlækni og serfrøðingur í onkologi. Hon er leiðari fyri ‘Nasjonal kompetansetjeneste for seneffekter etter kreft’ á Oslo Universitetssykehus.