(Mynd: EPA)

Fyrireika kinesarar til møguligt kjarnorkuálop

Ari av Rana

06.12.2017 - 16:48

Tíðindi > Uttanlands - Kríggj

Statsblaðið í kinesiska býnum Jilin hevur í dag eina heila síðu, har lesarin kann fáa ráð um hvussu hann skal verja seg ímóti einum kjarnorkuálopi.

Hetta hendir samstundis sum USA tekur lut í árligu hernaðarroyndini við Suðurkorea.

Kina hevur alment boða frá, at landið er ótrygt við kjanorkuætlanunum hjá Norðurkorea, og hevur fleiri ferðir biðið Suðurkorea og USA um at lata verða við at øsa Norðurkorea, skrivar TV2.

Norðurkorea hevur boða frá, at hernaðarroyndin kann føra kríggj við sær á koreansku hálvoynni.

Blaðið skrivar, at tað eru fimm vandamikil stig í samband við einum kjarnorkuálopi. Fyrst kann man fáa skaða av minni mongdum av geisling. Síðani kann trýstaldan frá brestinum gera skaða. Síðani kemur tað fyrra stigi av kjarnorkugeisling, áðrenn kjarnorku-elektromagnetiskar innstøkk og geislavirkin dálking fylgja.

Fólk, sum eru úti, tá eitt álop er, verða biðin um at hoppa niður í eina veit, vatn ella á, og dekka alla húðina við klæðum í ljósum litum, fyri at bjarga sær undan einum skjótum deyða, skrivar statsblaðið.